Tænastan

 

Skipað undirvísing.

Tað er náttúrligt, at ein skipað tænasta við umvæling og viðlíkahaldi av blásiljóðførum skal til, um undirvísingin í tónleiki og samspæli skal hilnast til fulnar. Ljóðførini skulu vera í góðum standi til eina og hvørja tíð, og lærarin skal bert hugsa um eitt - nevniliga : at undirvísa næminginum.

Skipað tænasta.

At ljóðførið ikki er í lagi, virkar troyttandi á læraran og tekur hugin frá næminginum. Sum nú er, skal lærarin fara til og frá verkstað við óvirknum ljóðførum at avgreiða umvælingar. Ofta langa leið - um dalar og fjøll og firðir við. Hetta er møtimikið - ja, í grundini heilt óviðkomandi lærarans vegna.

Skipað arbeiðsætlan.

Við einari avtalu um umvæling og viðlíkahald av blásiljóðførunum kunnu viðurskiftini skipast eftir tørvi hjá tí einstaka læraranum í hvørjum einstøkum føri. The Windsmith kemur á staðið og saman hyggja vit at ljóðførunum og taka saman um. Ljóðførini verða av The Windsmith kannað/umvæld og borin aftur á staðið sum avtalað.

Skipað samskifti.

Á forsíðuni hjá www.windsmith.fo undir "um Windsmith - samskifti" ber til at leggja eini boð. Ein annar møguleiki er at brúka Skype. Tað krevur bert at skráseta okkum saman og kann vera ógvuliga hent, um ein skal greiða frá einum trulleika við ljóðførinum.

Fyrimunir.

Service-avtala er ein treyt fyri, at eisini  takast kann um skrásett ljóðføri, sum ikki  eru keypt frá The Windsmith. Service-avtalan er galdandi í 3 ár, og avtalan verður endurnýggjað sjálvvirkandi, um hon ikki verður uppsøgd.

Sum dømi um fyrimunir kunnu nevnast :
  • Kanning av ljóðføri.

  • Ljóðførið verður heintað og latið aftur.

  • Eykalutir eru tøkir.

  • Bíðitíðin verður avmarkað.

  • Annað ljóðføri kann í serligum førum fáast til vega í umvælingartíðini.

  • Fylgt verður javnan við tilstandinum av ljóðførinum.

  • Hetta førir við sær minni útreiðslur til umvælingar,

  • Javnari undirvísingartíð og heimaíðkan.

  • Betur hug hjá næminginum.

  • Undirvísingin kemur betur til gagns.

  • Lærarin fær lagt arbeiðið betur til rættis.

  • - og alt verður rætt og slætt betur og stuttligari. 

Málið hjá The Windsmith !

At geva eina góða tænastu. At vera útgjørdur, tøkur og skjótur á staðnum.