Vøruumboð

The Windsmith er beinleiðis innflytari og umboð fyri hesi merki ella virki, sum framleiða hesi ljóðføri, og er tískil ikki talan um, at millumhandlari er tengdur at. Hetta vil gera, at tænastan er tann besta og bíligasta og príslegan er væl og virðiliga kappingarfør við Danmark og útlandið. Umframt skal havast í huga, at tænasta og viðlíkahald er beint við hondina á vælútgjørdum verkstaði.

Trygd
Seld verða bert nýggj ljóðføri við fullari ábyrgd og tænastu eftir lógarfestum treytum. Flestu ljóðførini eru tøk á verkstaðnum at royna. Snilt er at hava egið munnstykki við sær. 

Søla og umvæling
Sum útbúgvin ljóðførissmiður við træ- og messing blásiljóðførum sum sergrein selji og umvæli eg hesi ljóðføri.

Eg umboði eitt úrval av kendum merkjum við einari breiðari príslegu. Her eru ljóðføri fyri nýbyrjaran og tann heldur kræsna. Men felags fyri hesum er, at góðskan er á sera høgum støði og samansett at hóska hvørt  til annað. Tískil sera hóskandi til okkara heimligu viðurskifti.

      John Packer's Blog

   Barry´s Blog

Peter Pollard's

Blog

Umframt hesi vala merkini umboði eg eisini Cannonball blásiljóðføri. Cannonball er eitt sera eksklusivt merki, sum bert loyvir beinleiðis atgongd til heimasíðu teirra. Umframt Prof. Instruments gera teir eisini Student Line til sera góðar prísir. Teir ávísa altíð nærmasta umboð.

Hetta gerst við at fara beinleiðis á heimasíðu teirra cannonballmusic.com.